Tórshavnar Manskór Koncert i

Tórshavnar Manskór Koncert i
Tórshavnar Manskór Koncert i

Tórshavnar Manskór Koncert i Dnsk Ver. Dagbók fyri konsertferð til Danmarkar 24. til 30. maj 2010 Dagur Kl. (Lokal tíð) Evni 24.05 15.15 Bussur fer av Farstøðini – 17.30 Úr Vagunum við Atlantsflog, RC 460 – 20.50 Í Keypmannahavn – 21.30 Tey flestu búgva á Hotel Cabin City, Mitchellsgade 14 Kbh. V 25.05 17.30 Kórið møtir í Samuels Kirken – 19.30 Konsert í Samuels Kirken, Thorsgade 65, Kbh N 26.05 15.00 Bussur frá Hotellinum til Sorø – 19.30 Konsert í Sorø Klosterkirke, Akademigrunden 4, Sorø – 21.30 Bussurin fer aftur til Keypmannahavnur 27.05 11.00 Vit kekka av Hotellinum – 12.00 Bussurin fer frá Hotellinum við kós móti Sønderborg – 14.00 Koma til Fredericia har vit fáa ábit og øva – 19.30 Konsert í Christianskirken,Christiansvej 4 Fredericia – 23.00 Kekka inn á Scandic Hotel, Ellegårdvej 27, Sønderborg 28.05 14.00 Fyrrverandi borgmeistarin vísir okkum runt í­ Alsion – 17.00 Royna konsertsalin har vit skulu syngja – 20.00 Konsert í­ Alsion, Alsion 2 í Sønderborg saman við Vox Aros 29.05 09.30 Skrúðgonga frá Alsion til Ráðhusið samn við Sønderbor Garden 10.00 Stevnan verður sett við røðum og sangi – 10.30 Útikonsertir ymsastaðni í­ Sønderborg – 15.00 Felagskonsert við øllum manskórunum og Danfoss orkestrinum – 19.00 Gallaveitsla 30.05 08.00 Við bussi til flogvøllin í Keypmannahavn 14.00 Til Føroyar við Atlantsflog 15.15 Flestu okkara lenda í­ Vágunum ——————————————————————————– English Ver. Konsertferð til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu 9. til 18. juni 2012 Í døgunum 9. til 17. juni fer Tórshavnar Manskór fyrst til Sankta Pætursborg og síðani til eina Norðurlendska/Baltiska Manskórsstevnu, sum verður hildin í Tartu í Estlandi. Stevnan er skipað soleiðis at øll kórini syngja eitt felags programm, sum er givið frammanundan, og sum er øvað bæði væl og virðiliga. Sangirnir eru hesir: »Koit«, »Nescitis vos«, »Varoni gaidiet«, »Sverige«, »Finlandia«, »Coro degli schiavi ebrei dall’opera Nabucco«, »Landkjending«, »Hakkame mehed minema« og »Kodumaa«. Tað skal syngjast á einari rættiliga stórari scenu, sum er úti, og av tí at scenan og konsertøkið er so stórt, sum tað sæðst á myndunum, er tað meiningsleyst at tey einstøku kórini við bert 30 – 40 monnum syngja einsamøll á hesi scenu. Í staðin eru tey flestu luttakandi kórini deild í natiónir, sum syngja eitt nationalt repertoire. Vit eru eru ikki bólkaðir saman við nøkrum teirra, so vit kunnu ístaðin leggja herslu á tiltøkini, har tey ymsu kórini fara út á bygd, at syngja fyri bygdafólkunum har, og tá verða tað eini tvey, trý kór, sum syngja úr síni vanligu skrá. So tað verður spennandi um vit klára at læra allar sangirnar: felagsprogrammið, okkara egna programm, og tá vit eisini skulu til Sankta Pætursborg, at luttaka á einari kórstevnu, skulu vit læra enn fleiri sangir, so, – sum Rói Patursson sigur í yrkingini »Orðini« – eg havi nógv at læra.

Categories and tags of the game : Advertisement, ePub, Informative, Single Player